Fagnaðarkvøld fyri Martini Joensen
Náddi tú ikki at ogna tær atgongumerki til Martin Joensen fagnaðarkvøldið? Kom til Vestmanna kortini, tí tiltakið verður víst á stórskíggja uttanfyri í góðveðrinum!
Í sambandi við at Martin Joensen verður 70 ár, skipar Vestmanna kommuna saman við Sprotanum fyri Martini Joensen kvøldi tann 26. august. Tiltakið verður í Miðnámi í Vestmanna.
Á skránni eru tónleikur og røður og bókaframløga.
Tey, ið tulka Martin, eru:
Lena & Niclas, Bárður á Lakjuni, Terje Vestergaard, Eivør, Vestmenn og Vestmanna sangkór.
Tey, ið flyta røður, eru:
Bjørg á Rógvi, bygdarráðsforkvinna, Siri Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum, Jonhard Mikkelsen og Sunleif Rasmussen.
Nýggja bókin Martin Joensen – tekstir og løg ígjøgnum hálva øld fæst til keyps.
Tiltakið er frá kl. 20 – 22 við steðgi ímillum.
Í steðginum borðreiðir kommunan við leskiligum munnbitum og ymiskum leskandi.
Eftir tiltakið hevur Faer Isles Distillery opið og spennir seg út, meðan Vestmenn seta lív í.