Hornavegur 12    FO-350 Vestmanna    Faroe Islands    Tel. +298 214248    sprotin@sprotin.fo
Heim    Set teg í samband við okkum    Prenta síðu    Favorites    
Skeið í føroyskari stavseting
Skeiðið er ætlað øllum, ið halda seg ikki vera nóg stinn í stavseting.
Málið er at beina fyri øllum teimum vanligastu stavivillunum.  

Jonhard Mikkelsen stendur fyri undirvísingini, og hjálparlærarar fara ígjøgnum

venjingarnar hvør saman við sínum 10 skeiðsluttakarum.

Skeiðið verður á Føroya læraraskúla í7 ., 8. og 9 viku.
Allar vikurnar: týskvøld og hóskvøld frá kl. sjey til tíggju.

Undirvísingartilfar fæst á skeiðnum. Hav penn ella teldu við.

Kostnaður er 3500 kr fyri øll 6 kvøldini, tilfar og kaffi íroknað.

Skal virki ella stovnur rinda fyri skeiðið, viðmerk tað í tilmeldingini.
Peningurin skal verða fluttur á kontu: 9181 – 1446268

Hav kvittanina við, tá ið skeiðið byrjar.

Far inn á SKEIÐ og melda teg til. 

Skeið og mál

Skeið
Máltænasta