| Leita í Fregnum |
|
|
|
|
|
|
Valdømi
Tað var tann tíð, tá ið vit høvdu sjey valdømi, og vit skulu ikki longur aftur enn til eftir seinna heimskrígg fyri at finna eina loysn, har hesi 7 valdømini kundu semjast um at býta 25 taburettir ímillum sín.
Síðan tá hevur tað bara gingið tann skeiva vegin, og vit endaðu uppi á 33 krakkum, sum kosta millum 2 og 3 milliónir stykkið, áðrenn onkur bridgepælari gav skarvin yvir og fekk øll at...
|
|
|
|
| | | | | Mín jólabók

Tað er hon frá 1961, tí tað árið fór eg í skúla og slapp at keypa Mína jólabók fyri fyrstu ferð. Hetta var stórhending, tí ikki var nógv at lesa á føroyskum tá. Hetta ljóðar næstan sum ein klisjé, men tað er sannheit. Bara trý ár frammanundan var fyrsta barnabókin á føroyskum komin út. Tað var hon hjá Sigurði Joensen um Lítla Sjúrð. Hann, sum búði hjá ommuni og abbanum við Sjógv á teimum døgum, tá...
|
| Trio Ir Shalem, Jerusalem

Týskvøldið 12. Januar 2010 vóru sum týskvøld flest í januar - myrkt og kotakent. Ljósið var farið sína kós í kavið aftantil á Trælavatnaskarði, og tú stóðst millum urgrótið - hjálparleysur eftir alt tað kavakenda ljósið, sum hevði vavt seg inn í hugan um jólahalguna. Tónleikur, um Jesusbarnið, var storknaður í sinninum, og nú galt tað eina trio eftir alt hetta ljóstlivandi, kavaklædda, ljódliga...
|
| | | Man føroyskt talumál verða undirstimbrað?
Man gongdin vera tann, at vit nýta færri og færri samheiti í føroyskum? Eg veit tað ikki, men spyrji.
Man gongdin vera tann, at vit leita okkum inn á eitt einstakt orð og sleppa okkum undan at brúka onnur, tí hetta eina orðið sigur so nøkulunda alt, vit ætla okkum at siga? Eg veit tað ikki.
Um so er, kann broytingin - nú vit skriva sum ongantíð áður - vera tann, at málið viknar, samstundis...
|
| Eitt 400-ára minni
Nú eina tíð hevur ein rættiliga bjørt stjørna verið at sæð seinnapartarnar lágt á luftini í suðri. Hevur líkasum trúnað har einsamøll í sínum veldi. Hvør skal siga - síggja tit ikki meg? Verður hugt at stjørnuni í lítlum kikara, sæst, at hetta er ikki ein fastastjørna, men gongustjørnan Jupiter, størsta gongustjørnan í sólskipanini. Jupiter sást eisini á luftini fyri júst 400 árum síðan. 7. januar...
|
| | | Tign og virðing
Nú er aftur galið. Nú rivar so mikið fyri eygunum á landstýris- og løgtingsmonnum, at teir enn einaferð eru farnir í runukríggj. Lóðrið, teir blaka eftir hvør øðrum hesaferð, eru ákærur um manglandi tign og virðing. Visti væl at teir vóru aftarlaga, men máti skal vera við.
Seinastu restirnar av tign fóru, tá ið Fríðrikur kongur legði beinini, og Magga, dóttirin - gott í skinnið - tók við...
|
| Lestur í adventini – minnisbrot um Henriettu Høgnesen, Oyndarfirði
Dunga Oluffa og Henrietta
Advent kemur av tí latínska orðinum, adventus, ið merkir koma, ella hann kemur. Tá ið onkur kemur t. d. á gátt, sum tú ikki væntaði at koma, verður sagt: “Deyðin vardi meg, men at síggja teg, tað vardi meg ikki!” Hetta er ein løgin samanbering við deyðan og tann, sum kemur við sítt fríska lív inn um dyrnar. Eisini at siga, deyðin vardi meg. Ja, er tað ein, sum...
|
| | |
|
|
|
|
|
|
|
|