Hornavegur 12    FO-350 Vestmanna    Faroe Islands    Tel. +298 214248    sprotin@sprotin.fo
Heim    Set teg í samband við okkum    Prenta síðu    Favorites    

Nýggjastu útgávur

Greinasøvn
Skaldsøgur
Undirvísing
Søga
Átrúnaður og list
Norrønar Bókmentir
Stuttsøgur
Yrkingar
Ymsar útgávur
Mállæra
Nýggjastu útgávur

June-Eyð Joensen, Ada Horn, Sigri Gaini, Sjúrður Ravnsfjall Teknari: Janus á Húsagarði Harry og Elly

Undirvísingartilfar til miðdeild

Harry og Elly dámar væl at ferðast. Tey ferðast til Hjálands, Sjálvlands og Navnorða- og Sagnorðaríkis. Á heimferðini sigla tey somuleiðis fram við hólmum og millum hólmar, ið allir onkursvegna goyma ymsar skattir – stavsetingarskattir.

Felags fyri øll ferðamálini er, at tey bæði eru spennandi og lærurík fyri Harry og Elly og øll hini, ið krøkja seg í ferðalagið. Vónandi verða tey eisini lærurík hjá næmingum, ið nú fáa møguleika at ferðast saman við Harry og Elly gjøgnum litføgru og myndaprýddu ferðamálini.

Harry og Elly...


Bókin kostar: 200,00 kr

Les meira Go
0 items were added to basket

Karsten Hoydal Grógvið og grøtt

Karsten hugsaði nógv um gróður, at fáa fram vøkstur og skapa líkindi bæði handaliga og í huganum. Hann hugsaði um at grøða, har sum farið var av lagi.

Hetta er minningarbók, og tí er hóskiligt at seta hesi bæði sagnorðini grógva og grøða í núlidna tíð - tíðina, ið er farin, men kortini er krøkt í nútíðina. Samstundis verður stavrím í heitinum, og tað dámdi tí ættarliðinum væl.

Yrkingarnar hjá Karsteni eru løddar av einum skapandi hugflogi, sum fær sál og náttúru at syngja hvør í aðrari. Hann søkir miðvíst hesa lýrisku kraft og er tilvitandi um, hvussu hann...


Bókin kostar: 288,00 kr

Les meira Go
0 items were added to basket

Hans Andrias Sølvará Klaksvíkar søga 2

Í tíðarbilinum frá 1856 til 1940 vaks fólkatalið í Klaksvíkar kommunu úr umleið 280 upp í umleið 2200. Henda bókin er um hetta skeiðið.

Tað er í hesum skeiði, at m.a. stóra fyritøkan hjá Beck og Sønner mennist úti í Klaksvík, og tað er í hesum tíðarskeiðnum, at Joen Fredrik Kjølbro, vanliga bara nevndur Kjølbro, mennir sína stóru reiðara- og handilsfyritøku í Klaksvík. Ta fyritøkuna, sum gjørdist størsta handilsfyritøkan í Føroyum longu í 1930-árunum.

Tað er eisini um hetta mundið, at brøðrasamkoman, sum fekk stóran týdning fyri vinnuligu og mentanarligu...


Bókin kostar: 348,00 kr

Les meira Go
0 items were added to basket

Taylor Caldwell Lukas lækni

Hetta verkið ber av øllum tí, ið Taylor Caldwell hevur skrivað.

Hon arbeiddi í fjøruti ár við hesi skaldsøguni um læknan og evangelistin Lukas.

Rómaborg hevjar seg í marmara, vit búgva í fátæksliga Nasaret, vit eru í havnabýum fram við
Miðjarðarhavið, í borgum, á skipum og í templum. Saman við Lukasi eru vit til halgisiðir og á ólátaðum veitslum, vit eru til tignarligt viðtal hjá Tiberiusi, og vit lurta eftir Pontius Pilatusi.

Vit gera ferð ígjøgnum barndómin hjá Lukasi. Vit hitta skyldfólk hansara og síggja, hvussu hann verður dýrmettur fyri sín...


Bókin kostar: 298,00 kr

Les meira Go
0 items were added to basket

Heini Olsen Meg minnist og ørminnist - 2

Kvívíkslærarindan, sum vit vanliga róptu hana, trúttaði í barnaskúlanum í stovuni hjá Elspu á Válinum niður í okkum, at ein stílur altíð skuldi vera lutaður sundur í byrjan, evni og enda.
Ovari í brøttu útbúgvingarbrekkuni nevndu tey skrivingarmannagongdina prolog, tema og epilog. Sama gjørdi, tí uppi á skursluta arbeiðisháslættanum endaðu bæði tema og annar teoriur skjótt aftast í gloymibókini; men her í lagaligu epilogisku undangongubrekkuni stingur við hvørt okkurt seg undan aftur kavi, sum eg eftir førimuni havi fest á blað í hesi næstu bókini, ið neyvan...


Bókin kostar: 324,00 kr

Les meira Go
0 items were added to basket

Síða:
<<
<
1234 > >>
basket

 Keypsvognur

Tómt
Upphædd 0,00 kr