|
|
Um okkum
Forlagið SPROTIN varð stovnað í 1993 sum lutafelag. Umskipað til smápartafelag í
2000
Skrásetingarnr: Sp/f 2986 Stovnari: Jonhard Mikkelsen. Hornavegi 12. FR 350 Vestmanna
Stjóri: Jonhard Mikkelsen. Hornavegi 12. FR 350 Vestmanna Grannskoðari: Grannskoðaravirkið
Hermund Jacobsen. FO 100 Tórshavn
Upprunaliga gav SPROTIN bara bøkur út til undirvísing í føroyskum. Seinni hava bøkurnar
eisini fevnt um føroyska list, føroyska søgu og átrúnað. Síðan 1999 hevur forlagið
givið út nýskrivaðar føroyskar skaldsøgur og týddar skaldsøgur.
Í 2004 fór forlagið undir at geva út orðabøkur. Øðrvísi orðabøkur. Orðabøkur, sum
samskifta við brúkararnar. Sum taka brúkararnar við upp á ráð, sum bjóða brúkarunum
inn til samstarv og dagligar dagføringar av málinum.
Orðabókavirksemið er lagt í serstakt felag, sum nevnist Sp/f SPROTIN-Orðabøkur
|
|
|
|