12.06.2013 / Jákup í Skemmuni
Mynd: Sprotin
So kom triðja bind av Kristini Lavransdóttir
Við KROSSINUM endar frásøgnin um Kristin og Erlend og børn teirra. Kristin stúrir fyri, at synirnir skulu líkjast bráðræsna og tølandi pápanum. Høvuðsevnið í skaldsøguni er helst kvinnan á krossvegnum millum longsilin eftir lukku og kravið um lýdni.
Vilt tú verða klubbalimur?
Dámar tær at lesa góðan skaldskap? OG dámar tær at lesa hann á føroyskum? So er okkara bókaklubbi ivaleyst tann rætti.
Hvat skal vera í endanum á breyði?
Ja, tað er akkurát tað – við músamottu Sprotans ber til at hava skálkin við ð-inum og øðrum sníkum.
Vit týða og rættlesa
Ein av mongu uppgávum okkara hevur verið at snikka upprunaligan danskan tekst til enskt og føroyskt í skreytbókini um KOKS. Okkara teksthøvundar og týðarar arbeiddu saman við kokki, høvundi og myndamanni og skaptu eina sjáldsama heilskapaða mynd av nýggjari føroyskari matlist. Les meira um "Týðing og rættlestur".
Allar skaldsøgurnar sum e-bøkur
"Anna, Hanna og Jóhanna" er tann 63. skaldsøgan, ið fæst sum e-bók á føroyskum frá okkum. Málið er, at allar okkara skaldsøgur verða tøkar sum e-bøkur í ár!
Stavsetingarskeið verður aftur í heyst
Nær? Viku 38-40. Týsdag og hósdag. kl 19.00-21.30
Hvar? Í Læraraskúlanum í Havn. Høli 52
Prísur: 3.500,- fyri øll kvøldini
Tilmeldingarfreist: Fríggjadagin, 13. sep. 2013


Netorðabøkur
Tú arbeiðir fleiri ferðir skjótari við netorðabókum enn við pappírsorðabókum. Hav telduna frá, og ein stórur málheimur er opin og klárur til brúks við einum klikki. Brúka netorðabøkurnar á júst á teirri teldu, tú hevur hug til, tí haldið er knýtt til brúkaranavnið, tú stovnar tær, tá ið tú keypir. Tú kanst keypa orðabókahald her.
NÝGGJAR SPROTABØKUR