16.05.2013 / Hjørleif Kúrberg
Meira av tí góða - vala bókaverk hjá Helga Jacobsen
Við tørvinum á innivist í miðdepli verður hotelssøga, havnarsøga og føroyasøga við eini rúgvu av upplýsingum um vinnuviðurskifti og ferðandi í serligum ørindum søgd. Farið verður aftur til upprunan og søgutráðurin raktur til dagsins vistar- og veitingarmøguleikar.
Allar skaldsøgurnar sum e-bøkur
"Anna, Hanna og Jóhanna" er tann 63. skaldsøgan, ið fæst sum e-bók á føroyskum frá okkum. Málið er, at allar okkara skaldsøgur verða tøkar sum e-bøkur í ár!
Netorðabøkur
Tú arbeiðir fleiri ferðir skjótari við netorðabókum enn við pappírsorðabókum. Hav telduna frá, og ein stórur málheimur er opin og klárur til brúks við einum klikki. Brúka netorðabøkurnar á júst á teirri teldu, tú hevur hug til, tí haldið er knýtt til brúkaranavnið, tú stovnar tær, tá ið tú keypir. Tú kanst keypa orðabókahald her.
Vit týða og rættlesa
Ein av mongu uppgávum okkara hevur verið at snikka upprunaligan danskan tekst til enskt og føroyskt í skreytbókini um KOKS. Okkara teksthøvundar og týðarar arbeiddu saman við kokki, høvundi og myndamanni og skaptu eina sjáldsama heilskapaða mynd av nýggjari føroyskari matlist. Les meira um "Týðing og rættlestur".
Stavsetingarskeið verður aftur í heyst
Nær? Viku 38-40. Týsdag og hósdag. kl 19.00-21.30
Hvar? Í Læraraskúlanum í Havn. Høli 52
Prísur: 3.500,- fyri øll kvøldini
Tilmeldingarfreist: Fríggjadagin, 13. sep. 2013


NÝGGJAR SPROTABØKUR